Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.02.2025 09:08

GØ á G! – Vænta tað óvæntaða

G! Festival

Jazzwise, förandi miðilin innan djasstónleik í Bretlandi, hevur sett GØ á breddan. Skoðsmálini fáa teir góð fyri útgávuna Ævir, amen, við 4/5 stjörnum í ummæli, og sagt verður um konsertina:

“The first time I encountered this Faroese group was at last year’s Reykjavík Jazz Festival and they blew me away with their eclectic exuberance and ‘anything goes’ approach to music-making. (…) Enjoy Ævir amen’s angular, quirky cinematic soundscapes. Expect the unexpected.”

Stutt sagt, vænta tað óvæntaða og geri tykkum klár at verða blást um koll. Kom og uppliv mest umbidnu tónleikararnar á föroyska pallinum í lötuni, tá ið teir í felag kallast GØ og trína á pall á G! 2025.

Vanliga avdúka vit hvönn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Föroyskt vika, tí práta vit bert um föroysk növn og avdúka hvönn dag í vikuni enn eitt frálíkt föroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ og nógv onnur. 

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.

Spjaldur