Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.02.2025 17:13

Faroe Ship kunningarfund um vinnulívið í norður-/eystur økinum

Tíðindaskriv

Tann 14. mars bjóðar Faroe Ship inn til ein kunningarfund, har felagið  kemur at greiða nærri frá virksemið og tænastum sínum, ið kunnu verða til gagns fyri vinnulívið í norður-/eystur økinum.

Faroe Ship hevur altíð verði ein lokalur viðspælari og við staðseting í Norðhavnini við turr- og fyrstigoymslu, umframt framúr góðar umstøður til tænastuveitingar til ein hvønn tørv.

Umframt flutningsmøguleikar kring allan heim, hevur Faroe Ship eitt vælvirkandi flutningsnet í øllum Føroyum.

Kunningarfundurin verður, sum nevnt, fríggjadagin tann 14. mars klokkan 14:00 fyri verandi og nýggjum viðskiftafólkum og samstarvsfelagum eitt nærri prát og lættari ábit í okkara snotuligu umstøðunum í Norðhavnini 6 í Ánunum.

Spjaldur