Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2025 08:16

Spæl føroyskt vika í Hósvíkar skúla

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Aftur í ár skipa Tónleikasamband Føroya og KVF í felag fyri eini Spæl Føroyskt viku í døgunum 22. februar til 2. mars. Tá hoyra vit føroyskan tónleik burturav í KVF og livandi framførslur og framløgur kring landið

Í samband við tiltakið vóru 3. flokkarnir í Sunda kommunu í Hósvíkar skúla til sangløtu mikudagin.

Byrja varð við morgunsangi. Eftir tað varð farið upp á gólv, har tey kvøddu vit ” Veturin kom við kulda og kava”, “Burtur á  Heiði” og “Sigmundskvæði yngra”.

Eisini fingu tey vitjan av Steintóri Rasmussen og Rakul Ró, sum sungu góðar og kendar barnasangir saman við børnunum.

At enda varð bjóðað bollar og frukt.

Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli og Skúlin við Streymin takka fyri eina góða og hugnaliga løtu.