Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2025 11:32

B68 gjørt sáttmála við Emanuel Mj Kulego

B68 boðar frá í dag at felagið hevur gjørt sáttmála við nýggjan útlendskan leikara.

Talan er um Emanuel Mj Kulego, sum er 22 ára gamal og kemur úr Malmø í Svøríki.

Hann hevur spælt við liðum sum Rosenborg, Jammerbugt FC, Nardo FK og Sarpsborg 08.

“Tað kennist veruliga gott at hava skrivað undir fyri B68. Eg havi verið her í eina viku nú, og bæði venjarin og leikarirnir hava tikið sera væl ímóti mær. Eg trívist longu og gleði meg til kappingarbyrjan. Eg eri sera motiveraður fyri at gera tað, sum eg elski mest – at spæla fótbólt og geva alt fyri liðið“, sigur leikarin við heimasíðuna hjá B68.