Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2025 16:39

Haraldur S. Hammer nýggjur formaður í SEV

Á eykaaðalfundi í morgun varð nevndin í SEV vald. Nýggja nevndin hevur eftirfylgjandi skipað seg við Haraldur S. Hammer sum formann, og Sylviu Thomsen sum næstforkvinnu.

Hini í nevndini eru Heðin Mortensen, Torbjørn Jacobsen, Winnie Kjærbo, Arni Teindal og Hans Kári Hansen.

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, hevur soljóðandi heilsan til nýggja formannin í SEV:

Eg vil vegna Sunda kommunu takka Kvívíkar og Vestmanna kommunu, sum stuðlaðu Haraldi sum umboð fyri Norðstreymoyar sýslu í SEV. Hetta er fyrstu ferð, at umboðið hjá Sunda kommunu verður forfólk í SEV, síðani kommunan legði saman til eina. Somuleiðis vil eg takka teimum, sum stuðlaðu Haraldi í nývaldu nevndini at verða formaður.

Vil her við ynskja nývaldu forfólkunum og restini av nevndini blíðan byr við arbeiðinum komandi árini. Ivist ikki í, at hesi verða eitt gott og virðiligt umboð fyri allar Føroyar.