Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.03.2025 08:59

Grækarismessuhald í Runavík

Runavíkar kommuna

Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd. Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík mikudagin 12. mars kl. 17.00.

Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Silas Olofson flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið varir á leið ein tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin.