Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.03.2025 19:15

Sarita Petersen og Sólja Vinjardsdóttir til Skála-Kvinnur

Á Myndini: Sarita Petersen, Sólja Vinjardsdóttir Johansen, Vinjard Johansen og Per Mikkelsen Høvðusvenjara (Mynd: Skála Ítróttarfelag)

Tíðindaskriv/ Skála Ítróttarfelag

Nýggir leikarar til Betri-Kvinnur á Skála

Vit á Skála fegnast um, at tær báðar Sólja Vinjardsdóttir Johansen og Sarita Petersen nú eru komnar til Betri-Kvinnur á Skála, júst sum landskappingin byrjar umleið tvær vikur.

Sólja Vinjardsdóttir Johansen

Sólja er 18 ára gomul, og hevur spælt 32 dystir í Betri Deildini og 2 dystir í UEFA Women’s Champions League. Sólja hevur eisini umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum. Seinasta árið hevur hon spælt við Betri-kvinnum hjá KÍ, men er uppvaksin í NSÍ, har hon eisini spældi við besta liðinum. Sólja er ein leikari, ið kann spæla á fleiri positiónum, men spælur mest á bakkinum og hon kemur uttan iva at styrkja liðið hjá Skála.

Sarita Petersen

Sarita er 20 ára gomul, og hevur drúgvar royndir við 81 dystum í Betri Deildini. Hon hevur eisini umboðað bæði ungdómslandsliðini og A-landsliðið hjá Føroyum. Flestu árini hevur hon spælt við EBS/Skála, men hon er uppvaksin hjá EB-Streymi. Umframt fótbóltin er Sarita eisini ein royndur hondbóltsspælari, har hon hevur leikt út ímóti 80 dystir í bestu hondbóltsdeildini við EB. Hon spælir vanliga í verjuni og kemur at styrkja um liðið við sínum royndum og førleikum.

Vit hava nógvar evnaríkar ungar leikarar á liðinum, og við hesum báðum royndu leikarum afturat, fáa vit eitt breiðari og sterkari lið. Hetta fegnast vit um og eru sera spentir upp á kappingina, sum byrjar umleið tvær vikur, siga Vinjard, Per og Súni, sum varða av liðinum.