Fótbóltssamband Føroya
Farna vikuskitfið skipaði FSF fyri árligu ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt. Undirtøkan var góð – umleið 90 venjarar luttóku.
Fyri áttandu ferð seinastu tíggju árini skipaði Fótbóltssamband Føroya fríggjadagin og leygardagin fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt.
Hesaferð hevði FSF fingið vitjan av skotanum Kevin McGreskin, ið hevur drúgvar royndir sum venjari úr skotskum fótbólti, umframt royndir sum tekniskur stjóri hjá nøkrum av londunum í Latín Amerika.
Í sínum framløgum og venjingum legði Kevin McGreskin dent á týdningin av, at leikarar venja seg við at skanna økið rundan um seg, áðrenn teir móttóka bóltin.
Eisini høvdu FC Suðuroy og HB hvør sína framløgu, har tey greiddu frá ymiskum viðurskiftum í sambandi við barna- og ungdómsfótbólt, sum virka væl í teirra feløgum.
Tríggjar verkstovur vóru eisini á skránni, ið høvdu yvirskriftirnar “málskjúttin”, “málverjin” og “ein-móti-einum”.
Aftaná ráðstevnuna fekk FSF Varpið orðið á Eli Hentze, samskipara av tiltakinum, og Maibritt Olsen, ið var ein av teimum næstan 100 luttakarunum.