Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.03.2025 14:31

Tonito: Millum brævbjálvar og familju

Feðgarnir báðir, Niels Emil Andreasen og Dan Andreasen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Koyrir tú ein biltúr oman á Fjøruvegin á Eiði, á kaiina, í millum útróðrarbátar og aliringar, so finnur tú eisini familjufyritøkuna Tonito, einasta brævbjálvavirkið í Føroyum.

Hendan illveðursmorgunin, í einum av norðastu bygdinum á Eysturoynni, er Eysturoyarportalurin farin á gátt.

Flutt varð inn í hesi hølini á havnalagnum í 1999 (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í gongini verður ein móttikin av feðgunum báðum, Dan Andreasen og Niels Emil Andreasen, sum taka sær eina fríløtu frá arbeiðinum, og bjóða inn til ein kaffimunn.

Niels byrjar at greiða frá, at familjufyritøkan, Sp/f Tonito, byrjaði sítt framleiðsluvirksemið í leigaðum hølum á várið 1988. Tað vóru hann, beiggi hansara Thorleif Andreasen og pápi teirra Gunnar Andreasen, sum byrjaðu fyritøkuna.

Tá helt fyritøkan til, uppi á Grind á Eiði, sum er nakað longri uppi í sjálvari bygdini.

Sonurin, Dan Andreasen, á skrivstovuni hjá Tonito (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Men tað broyttist, á sumri í 1999, tá ið flutt varð í egnan og størri virkisbygning á havnalagnum, við m.a. maskinhøll, skrivstovu og kaffistovu. Og har heldur fyritøkan til enn tann dag í dag.

Upprunaliga varð byrja sum eitt brævbjálvavirkið, men er eftirspurningurin so líðandi broyttur gjøgnum árini, sigur Niels Emil.

Í dag hevur samfelagið flutt seg meira og meira frá brævbjálvum, til at samskifti er flutt á alnótina, við teldupostum og øðrum samskifti á sosialu miðlinum.

Hóast, tað til tíðir hevur verið strævið og avbjóðandi, so hevur familjufyritøkan klárað at hórað undan og royna vit í besta førimuni allatíðina at fylgja við tíðini, sigur hann.

Plakatir er eitt av virkseminum sum fyritøkan eisini ger (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Tí hevur tað verið neyðugt, allatíðina at breiðka framleiðslugrundarlagið so líðandi og fingið onnur bein at standa á, staðfesta feðgarnir eisini við ein munn.

Virksemið í dag fevnir breitt; alt frá brævbjálvum, til prenting, sum t.d., heftir/faldarar, visitkort, blokkar, plakatir/bannarar og samstundis at fyritøkan veitir alt slag av lýsingartilfarið so sum pennar og krúss, sigur Niels Emil at enda.

Í dag arbeiða 3-4 fólk í familjufyritøkuni á Eiði, sum hevur sostatt hevur heili 37 ár á baki.

Fløgg er eisini nakað sum Tonito tekst við (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Spjaldur