Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.03.2025 08:26

Føroysku hondbóltfjeppararnir heiðraðir til German Handball Awards

Hondbóltssamband Føroya

Leygardagin 1. mars vóru týsku hondbóltsheiðrarnir fyri 2024 latnir, hetta í sambandi við týska steypafinaluvikuskiftið hjá kvinnum. Heiðrar vóru m.a. latnir til ársins leikarar, stjørnuskot, venjarar o.s.fr. Í hesum samanhangi var eisini ein heiður til føroysku áskoðararnar latin fyri ársins “Engagementpreis”.

Føroysku áskoðararnir gjørdu stórt inntrykk í Berlin og vunnu mong hjørtu. Hetta vildi miðlin handball-world.news, sum stendur aftanfyri German Handball Awards, gjarna heiðra.

Les meira um German Handball Awards her:
https://german-handball-awards.de/#start