Klára Døgg Edvardsdóttir
Klára er 15 ára gomul og hevur spælt við U16-gentunum hjá EB-Streymi og hevur eisini umboðað Føroyar á U15- og U16-landsliðunum. Hon er ein sera evnaríkur og gløggur ungur leikari við sterkum vilja. Klára fer at leika bæði við U16 og Betri-Kvinnum á Skála, har hon verður við til at styrkja hópin á báðum liðinum.
Hanna Dahl Olsen
Hanna er 21 ára gomul og hevur spælt við B36. Hanna er flutt til Skálar at búgva, nú hon er nýgift við Róa Olsen. Hanna hevur eisini umboð ungdómslandsliðini hjá Føroyum og kemur nú at verja málið hjá Betri Kvinnum á Skála.
Vit fegnast um at hesir báðir leikara hava valt Skála sum teirra lið, og fara tær at styrki um bæði U16 og Betri Kvinnu liði hjá Skála, sigur Súni Jakobsen venjari á u16 og hjálparvenjari hjá Betri Kvinnum hjá Skála.