Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.03.2025 15:48

Næmingar á búskaparbreyt vitjaðu borgarstjóran

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Í dag hevði borgarstjórin vitjan av nøkrum næmingum ið ganga á búskaparbreyt á Miðnámi á Kamsdali.

Orsøkin til vitjanina varð at næmingarnir gera verkætlan um kommunur. Bólkanir eru gjørdir soleiðis, at næmingarnir í størstan mun arbeiða við at lýsa sína egnu kommunu, og tí er arbeiðssetningurin hjá hesum fittu næmingunum at lýsa Sjóvar kommunu.

Borgarstjórin greiddi frá og svaraði spurningum, umframt at næmingarnir fingu lítla gávu frá borgarstjóranum 

Spennandi verður at frætta úrslitið av verkætlanini.