Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.03.2025 08:18

Dagny fingið læruprógv

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Í farnu viku heiðraðu vit á kommunuskrivstovuni Dagny Hellisdal, ið er fyrsti skrivstovunæmingur, sum er útbúgvin í Sunda kommunu.

Dagny hevur verið sera nærløgd og arbeiðssom í umsitingini hesi árini, og í gerandisdegnum hevur hon tættast samskifti við allar okkara borgarar, sum venda sær til kommunuskrivstovuna. Tí er hetta fyri okkum eitt sera týdningarmikið starvsøkið. Vit ynskja Dagny hjartaliga tillukku við útbúgvingini og gleðast um, at hon heldur fram í umsitingini hjá Sunda kommunu.

Spjaldur