Eydnan á Oyrabakka
Aftur í ár skipar Eydnan fyri spennandi kvinnukvøldi við áhugaverdari og fjølbroyttari skrá.
– Katrin Kallsberg hugleiðir um skiftisárini
– Skemt verður við Jørgen Niclasen
– Sofaprát við Vibeke Ingvarsson
– Bergtóra Høgnadóttir tosar um positiva sálarfrøði
– Tónleikur verður við Signar í Homrum
– Anna Maria og Sára hava málningaframsýning
Eisini verður okkurt gott til góman.
Sum vanligt er harafturat lutaseðlasøla til frama fyri Eydnuna.
Kostnaður kr. 300.
Atgongumerki fáast til keyps við reiðum peningi hjá Stanley og hjá Magn við Streymin.
