Fótbóltssamband Føroya
Tá Fótbóltssamband Føroya í morgin hevur aðalfund, er talan um eitt søguligt val. Fyri fyrstu ferð verða tríggjar kvinnur í starvsnevndini.
Til forsetasessin stendur valið ímillum sitandi forseta Christian Andreasen og John Eystberg. Til hinar tríggjar sessirnar eru fýra uppstillaði, Fríðin Ziskason, Jóannes Prestá, Róin Schrøter og Sólrun Henriksdóttir Sørensen.
Sambært viðtøkunum hjá FSF skulu bæði kyn veljast, tískil verður Sólrun Henriksdóttir Sørensen triðja kvinnan í starvsnevndini hjá FSF.
Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Fótbólssambandinum, at tríggjar kvinnur eru við til at manna starvsnevndina. Hinar báðar eru Anja Rein og Maria Jóhannusardóttir Joensen.
Aðalfundurin verður tí ikki einans ein spurningur um leiðslu, men eisini ein dagur sum skrivar seg í søgubøkurnar og markerar kvinnuliga ávirkan í føroyskum fótbólti.
Aðalfundurin verður í morgin, leygardagin 8. mars klokkan 13:00 á Hotel Hilton í Havn.