Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og fyrst yvirhøvur turt, men sum frá líður kemur regn sunnaneftir. Í kvøld gongur hann í landnyrðing og veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn ella vátakavi. Hitin millum 2 og 7 stig. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn ella vátakavi. Hitin minkar niður ímillum -1 og +5 stig.
Sólarris: 07:08 Sólsetur: 18:08