Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.03.2025 08:01

Veðrið: fríggjadagin 14. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.

Lítið lot norðan, sum frálíður vestan, minni enn 5 m/s, skýggjað tó onkur sólglotti, og turt. Seinnapartin sum frálíður lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Í kvøld frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Í nátt frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin sum frálíður lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Hitin fyrrapartin millum -1 og +3 stig; seinni millum +3 og +8 stig.

Sólarris: 06:49 Sólsetur: 18:24