Í gjár fekk MRCC tvær fráboðanir um, at útróðrarbátar høvdu fingið motorskaða og vóru uppsteðgaðir.
Í tí fyrra førinum var tað ein útróðrarbáttur sum var staddur vestanfyri, har Rescue Sverri varð sendur avstað, og sleipaði bátin til lands.
Í seinna førinum var tað ein útróðrarbátur, sum var staddur norðanfyri, sum var uppsteðgaður og bað um sleip til lands. Brimil varð tá sendur avstað og sleipaði bátin til lands.