Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.03.2025 08:11

Smáu snúsposarnir gera stóran skaða

Krabbameinsfelagið

Eingin roykur, og tú luktar og sært sum so heldur einki, tí nikotinposin, ella snúsposin er roykfríur og væl fjaldur undir vørrini. Eingin nýtist vita, nær, hvar ella hvussu ofta tú snúsar. At posin er lítil, hvítur, roykfríur og fjaldur merkir tíverri ikki, at hann ongan skaða ger. Tað er júst tað, fleiri lata seg lumpa av.


Sambært Sundhedsstyrelsen er talið av børnum og ungum í Danmark, sum dagliga brúka nikotinvørur, hækkað úr tveimum prosentum í 2010 til 11,4 prosent í 2021. Gongdin her heima er ikki ólík. Tubbakksídnaðurin er snildur. So skjótt sum roykurin varð bannaður innandura, og fleiri løgdu sigarrettirnar á hillina, broyttist útboðið av nikotinvørum fullkomiliga. Snús, roykfrítt tyggitubakk og nikotinposar fáast nú í alskyns skapum, litum og smakkum og eru tíverri serliga væl umtókt millum børn og ung.

Hvussu skaðiligt er snús?

Heilsuskaðiliga ávirkanin av snúsi er ikki kannað eins væl og avleiðingarnar av at roykja sigarettir, men sambært Heilsustýrinum snýr skaðiliga ávirkanin seg serliga um trý víðurskifti:

  • Bundinskap: Stórar mongdir av nikotini og øðrum skaðiligum evnum eru í nikotinposunum, og eru teir tí sera vanaskapandi. Tað er trupult at gevast og lættari at gerast bundin av øðrum rúsevnum
  • Hugsavnan: Tú kanst fáa varandi trupulleikar at hugsavna teg
  • Sálarsjúku: Tú kanst lættari fáa strongd, tunglyndi ella angist

Ov lætt at fáa fatur á

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um snúsnýtsluna hjá børnum og ungum í Føroyum. Kringvarpið hevur millum annað gjørt eina kanning, sum avdúkaði, hvussu lætt tað er hjá ungum heilt niður í 15 ára aldur at keypa snús í ymiskum handlum kring landið.

Krabbameinsfelagið fegnast um, at Kringvarpið hevur gjørt hesa kanningina. Vit hava somuleiðis hoyrt bæði serlæknar, tannlæknar og onnur ávara um heilsuskaðiligu ávirkanina av snúsi og nikotinposum og vóna vit tí nú, at fleiri átøk verða sett í verk fyri at tálma bæði sølu og nýtslu av hesum vørum skjótast til ber.

Nýggj roykilóg ávegis

Í apríl í 2022 fekk Heilsumálaráðið handað eina nýggja krabbameinsætlan við 69 ymiskum tilmælum. Tilmælini um at fyribyrgja tubbaksnýtslu snúgva seg millum annað um at hækka prísin á tubbaksvørum, at avmarka, hvør kann selja tubbak, og at størri dentur verður lagdur á at skipa fyri átøkum, sum hava til endamáls at forða fyri, at børn og ung fara at roykja.

Virknasti hátturin at røkka endamálinum at minka um royking og vaksandi snús- og nikotinnýtsluna og heilsuskaðiligu avleiðingarnar av henni, er við lóggávu. Tað gleðir okkum tí eisini, at Heilsumálaráðið er farið undir at dagføra galdandi roykilóg frá 2008, sum fer at taka atlit at júst hesum vaksandi trupulleika við roykfríu tubbaks -og nikotinvørunum.