Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2025 14:24

Myndarøð: Væleydna brandvenjing í Skúlanum í Leirvík

Mynd: Eysturoyarportalurin

Barndvenjing varð í Skúlanum í Leirvík í morgun. Skúlin varð evakueraður og øll børnini vóru fingin út.

Fyrst vóru børnini tald upp og eftir tað vóru tey leidd yvir í Frítíðarskúlan.

Sløkkiliðið í Eysturkommunu, saman við løgregluni og sjúkrabilum vóru skjót á staðnum.

Eftir venjingina var ein stutt kunning hildin fyri børnunum í miðhøllini í skúlanum, har tikið varð samanum saman við sløkkiliðsmonnunum, portørunum og løgregluni.

Aftaná var farið út í skúlagarðin, har øll børnini fingu franskan hotdog og sunkist, og síðani sluppu tey at hyggja nærri at øllum neyðsendarførunum sum vóru við í venjingini.

Venjingin eydnaðist sera væl og alt gekk skjótt og væl, váttar Átaksleiðarin fyri Eysturoyarportalinum.

Myndir: Eysturoyarportalurin