Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2025 15:58

Semingsuppskotið góðtikið

Mynd: Vinnuhúsið

Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava góðtikið semingsuppskotið frá Semingsstovninum

Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag sagt ja til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fram fyri pørtunum mánakvøldið.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32% fyrsta árið og 3,87% annað árið.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.