Sløkkiliðið í Eysturkommunu varð í kvøld boðsent, tí hildið var, at eldur var í einum sethúsum í Norðragøtu.
Tá ið sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað tó seg, at talan var um eina gloymda grýtu, sum stóð frá og gav nógvan royk frá sær. Eingin var tá inni í húsinum.
Sløkkiliðið fekk skjótt sløkt og tryggja at ikki meira skaðið stóðst av hendingini.
Sum skilst, so snúði tað seg bert um minuttir, so var veruligur eldur festur í húsini.
Tað vóru grannarnir sum høvdu hoyrt eldvarnarin og boðaðu alarmsentralinum frá.