Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2025 12:46

Nýtt verkætlanarsett starvsfólk

Eysturkommuna

Ruth Absalonsen, Leirvík, er frá 15. februar sett sum samskipari av nýhugsandi ferðavinnuverkætlanini í Eysturkommunu, ið fór av bakkastokki úr bygdarhúsinum týsdagin 4. mars.

Ruth skal samskipa hesa verkætlan, ið snýr seg um, hvussu vit kunnu menna øki okkara út frá eini bottom-up hugsjón, har borgarar arbeiða saman um felags loysnir og felags møguleikar.

At arbeiða við ferðavinnu liggur Ruth nær og júst lokna útbúgvingin, har gestablídni var í høvuðssætinum, hevur givið vitan og førleikar til at arbeiða ímóti at skapa framtíðarmøguleikar fyri ferðavinnuna.