Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2025 13:25

Fuglfirðingur settur sum rakstrarleiðar hjá Kreton

Eivin Breiðaskarð á skrivstovuni hjá Kreton Mynd: Eysturoyarportalurin

Sp/f Kreton hevur í dag sett fuglfirðingin, Eivin Breiðaskarð, sum rakstrarleiðara hjá fyritøkuni.

Hetta er ein liður av vakstrarætlanunum hjá fyritøkunni við teimum eyðkendu reyðu lastbilinum, og sum nú hevur yvir 23 ár á baki.

Sp/f Kreton teku sær av asvaltering, flutningi og entreprenør arbeiði, sum í dag er høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni, sum heldur til í dalinum í Norðragøtu.

Tað eru brøðurnir, Eyðun og Ove Magnussen sum eiga fyritøkuna.

Fyritøkan hevur í dag yvir 30 lastbilar og maskinur og umleið 20 fólk í starvi.