Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2025 19:56

F-80 kappingin hjá Byrsumúla

Eysturskot

Leygardagin 29. mars 2025 verður føðingardagskappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar skeet.

Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.

Felagið er stovnað í 1980, haðani navnið á kappingini F80, og verður Byrsumúli sostatt 45 ár í ár. M.a. vegna Covid-19 bar ikki til at markera 40 ára dagin í 2020, og tí verður eitt sindur meira gjørt burturúr degnum og kappingini í ár. Av somu orsøk verður kappingin umframt at vera ein kapping, har allir luttakararnir skjóta móti øllum tvørturum kappingargrein, eisini ein sjálvstøðug kapping í ávikavist skeet og trap. Aftaná fyrstu trý umførini í egnari grein, verða skotnar meistarafinalur í skeet og trap, áðrenn farið verður til 4. umfar í felagskappingini.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið, ið er 350,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap).

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 27. mars kl. 20:00.

Spjaldur