Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin og í kvøld hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt aftur samdrigið og regn. Í morgin ári slítur í, og hann støkkur vestur um og fer upp í norðan. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin í dag 8 til 11 stig; í nátt niður í 1 stig.