Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum tám ella mjørki. Um middagsleitið gongur hann vesturum og fer upp í útnyrðing. Seinnapartin lot til frískt av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frálíður sikftandi skýloft og tað slítur í. Í kvøld lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og turt. Í nátt eitt lítið lot av ymsum ættum. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.
Sólarris: 06:22 Sólsetur: 18:46