Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.03.2025 09:20

Martin avloysir Jann

Jann Benjaminsen mátti skaddur av vøllinum ímóti Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Jann Benjaminsen verður ikki tøkur til dystin móti Montenegro týskvøldið. Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein sent boð eftir Martini Agnarsson úr Aarhus Fremad.

Eftir tepra 2-1 tapið fyri Kekkia leygarkvøldið skal føroyska manslandsliðið nú fult og heilt hugsavna seg um dystin móti Montenegro, sum verður týskvøldið.

Men landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein verður noyddur at gera eina broyting í føroyska hópinum.

Jann Benjaminsen, ið fekk ein snudd stutt fyri hálvleik ímóti Kekkia, og mátti lata seg útskifta, verður ikki klárur til dystin týskvøldið. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Martini Agnarsson úr Aarhus Fremad.