Eldraráðið Fyri Roðan
Eldraráðið fyri Roðan skipar fyri kunnandi fundi í Missiónshúsinum á Selatrað týsdagin 25. mars kl. 17:00.
Fundurin er fyri borgarum á Morskranesi, Kolbanargjógv og Selatrað, ið eru 60 ár og eldri.
Fysioterapeutar hjá Roðanum og umboð fyri vitjunartænastuna hjá Reyða Krossi luttaka á fundinum.
Vit bjóða kaffi/te og smyrjubreyð aftaná fundin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.