Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.03.2025 10:25

Størsta einstaka byggiverkætlan til endaliga støðutakan

Soleiðis kemur nýggi skúlini í Leirvík at síggja út (Mynd: Fuglark)

Á framskundaða býráðsfundinum hjá Eysturkommunu nú mikudagin, skal endalig støða takast, um stóru skúlabyggingina í Leirvík. 

Hetta er samstundis størsta einstaka byggiverkætlan hjá kommununi nakrantíð.

Sum skilst, so er ikki full undirtøka í býráðninum fyri málinum, men at tað tó er ein meiriluti fyri, at atkvøða málið endaliga ígjøgnum.

5 arbeiðstakarar vóru upprunaliga bodnir við at bjóða uppá verkætlanina, men bert 4 tilboð komu inn.

Lægsta tilboðið átti Kanjon, sum ljóðaði uppá uml. 64.5 mió og mælt verður av umsitingini at taka av tí tilboðninum.

Verkætlanin umfatar at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur, samstundis sum eisini vanligar skúlastovur verða gjørdar. 

Talan er um eitt økið sum svarar áleið til 2000 m2.

Umframt tað, sum byggifyritøkurnar skulu gera, eru ymiskar aðrar útreiðslur tengdar at verkætlanini. 

Tilsamans verður mett at øll verkætlanin kemur at kosta uml. 95 milliónir krónur.

Býráðsfundurin verður mikudagin 26.mars kl. 17.00. Fundurin er almennur.

Les eisini: Eysturkommuna fer at útbyggja skúlan í Leirvík