Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.03.2025 14:34

Olja á vegnum: Vegurin stongdur

Mynd Eysturoyarportalurin

Løgreglan, saman við Landsverk hava nú avgjørt at heilt stongja vegin, frá rundkoyringini á Skipades og heilt inn til Effostøðina í Skálabotni.

Allur vegurin verður vaskaður, og væntast kann at tað kemur at taka nakrar tímar.

Bilførarar kunnu nýta farleiðina, Skála/Strendur og Runavík, ístaðin fyri.

Fráboða verður aftur, tá koyrandi er aftur á strekkinum.

Dagført kl. 16.50: vegurin er opin aftur fyri ferðslu