Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2025 07:06

Veðrið: týsdagin 25. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Norðanfyri lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum tám ella mjørki. Sunnanfyri er frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin kring alt landið frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann niður í útsynning, og fram ímóti midnátt er ælaveður. Í nátt minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin 5 til 9 stig.

Sólarris: 06:13 Sólsetur: 18:54