Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2025 11:30

Skakandi trygd í Leirvíkstunlinum

Soleiðis sær út innan í einum av trygdarskápinum (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Soleiðis kann trygdin, ella mangul uppá trygd, í Leirvíkstunlinum lýsast, nú ymisk viðurskifti viðvíkjandi feilum og manglum í tunlinum eru komin undan kavi.

Sum myndirnar vísa, so er ikki nógv viðlíkahald gjørt í fleiri ár, í og rundanum tunnilin, sum er bygdur í 1985.

Sum Eysturoyarportalurin skilir, so riggar samskiftisútgerðin, UHF´urin, ikki. Tað er útgerðin sum sløkkiliðsmenn nýta til at samskifta við inni í tunlinum.

Telefonskápini, sum standa hvørjumegin tunnilsmunnan, bæði í Leirvík og Norðragøtu, og sum hava til endamáls at samskifta hjá sløkkiliðnum við eru í sera vánaligum standi og rigga ikki. Tað sama er við útgerðini í skápinum sum t.d., at tendra/sløkkja neyðljósini. Alt er óvirki.

Sjálvt fundamentið á einum av skápunum, er um at detta niður meðan skrástívarnir liggja á grasinum.

Heldur ikki hoyrist KVF í løtuni inni í tunlinum. Ein av grundsúlinum í tilbúgvingini hjá landinum.

Tað er ikki long tíð síðani at eldur var inni í tunlinum. Tað var tann 28. januar í ár, at tað kom eldur í ein persónbil inni í tunlinum. Men til alla lukku spældi alt væl av tann dagin.

Men um eldurin hevði verið størri og umstøðurnar ørvísi, hevði tað kunna havt vanlukkuligar fylgir fyri sløkkiliðsarbeiðið og bjargingararbeiðið.

Í skrivligum fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, til Bjarna K. Petersen, landsstýriamann, tann 18. februar í ár, staðfesti landsstýrismaðurin, at sambært  tilbúgvingarlógini, so er tað landið, hervið Landsverk, sum hevur ábyrgdina av at reka og fíggja eina nøktandi tilbúgving á egnum øki, tá talan er um landsvegatunlar. Í hesum førinum Leirvíkstunnilin.

Í svarinum leggur landsstýrismaðurin t.d. afturat, at nógvir tunlar eru als ikki dagførdir samsvarandi. Umframt eru dømir um, at tilbúgvingarskipanir hava verið óvirknar – í onkrum føri í longri tíð. Og er tað als ikki nøktandi.

Tað koyra dagligt millum 5.000- 5.500 bilar gjøgnum Leirvíkstunnulin.

Sum myndirnar vísa, so stendur ikki væl til viðvíkjandi dagføring og trygd í Leirvíkstunlinum.