Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2025 13:56

Søguløtur á Stranda bókasavni

Í sambandi við at Stranda skúli skipar fyri lesiátaki hesa vikuna, har dentur verður lagdur á upplestur, verða søguløtur á bókasavninum týsdagin 25. mars kl. 18:30 og mikudagin 26. mars kl. 17:00.

Í dag, týsdagin 25. mars, kemur Rósa Danielsen at lesa søgu, og í morgin, týsdagin 26. mars, lesur Mariann D. Poulsen søgu.

Øll eru vælkomin, og vóna vit, at nógv koma ein túr framvið at lurta.

Stranda bókasavn er í Stranda skúla og er opið:

  • týskvøld kl. 18:00 – 20:00
  • mikudag 16:00 – 18:00

Meir kunning um Stranda bókasavn kann lesast her