Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2025 17:24

Varpið karmur um EM lutakastið

EM steypið, sum U17 landslið við gentum kappast um á hvørjum ári, er í hesum døgum í Føroyum - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Nú er greitt, hvørji londini verða, sum frá 4. til 17. mai koma til Føroyar at dystast um evropameistaraheitið fyri U17 landslið við gentum.

Eysturríki, Frankaríki, Italia, Holland, Noreg, Pólland og Spania, ið eru verandi meistarar, umframt Føroyar sum vertsland, verða londini, sum frá 4. til 17. mai fara at dystast um evropameistaraheitið 2025 fyri U17 landslið við gentum.

Londini verða býtt í tveir bólkar, sum verður avgjørt við lutakasti, sum verður í Varpinum í Klaksvík í morgin klokkan 11:00.

Dystirnir í kappingini verða spældir á Djúpumýru og á Tórsvølli.

Innleiðandi dystirnir verða spældir frá sunnudegnum 4. mai til sunnudagin 11. mai. Hálvfinalurnar vera spældar mikudagin 14. mai, og síðani verður finalan á Tórsvølli sunnudagin 17. mai.

Í fjør varð endaspælið í Svøríki, sum endaði við at Spania bleiv evropameistari. Í finaluni vunnu spaniólar 4-0 á Englandi.

Lutakastið í morgin verður stroymt beinleiðis á YouTube rásini hjá FSF.

Í fjør var tað Spania, sum tók ímóti EM steypinum. Í finaluni vann Spania 4-0 á Englandi – Mynd: Jóhanna Thomsen