Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2025 19:17

Myndir: Oljutangarnir hjá Krafta komnir uppá pláss

Í gjár og í dag hevur nógv arbeiðið og virksemið verið á Hulki. Orsøkin er at Oljutangarnir hjá oljufelagnum Sp/f Krafta, sum komu til landið fyri umleið 2 vikum síðani, og sum hava staðið bundnir á kaiini, eru í hesum døgum endaliga settir uppá pláss á kaiøkinum á Hulki.

Tað er byggifyritøkan Articon sum hevur staðið fyri arbeiðinum at stoypa fundamentið, har tangarnir nú standa á. Eisini er garður stoyptur rundan um. Samstundis er gjørt eitt trygdarpláss til tangabilar at nýta í sambandi við áfylling.

Myndir: Eysturoyarportalurin