Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2025 07:27

Veðrið: hósdagin 27. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.

Frískur vindur upp í hvassan vindi av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við regni. Fram ímóti middegi minkandi vindur, sum frálíður samdrigið og regn. Seinnapartin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s.
Út kvøldi frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður.
Út á náttina norðanfyri frískt lot til frískan vind av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Sunnanfyri frískur vindur upp í hvassan vindi av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður við regni, í støðum við vátakava. 
Móti morgni útnyrðingur og norðan, sum móti middegi veksur til strúkur í vindi og upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin 3 til 8 stig. 

Sólarris: 06:06 Sólsetur: 18:59