Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2025 07:33

NM í innniróðri við nógvum føroyskum heiðursmerkjum

Mynd: Róðrarsamband Føroya

Róðrarsamband Føroya

Tað hevur verið hendingarríkur 1. ársfjórðingur fyri tey, sum íðka inniróður. Seinasta stóra kappingin henda veturin var í vikuskiftinum, tá kappast varð í NM meistaraskapunum. 

Kappingin varð, eins og heimsmeistaraskapið, skipað sum ein virtuell kappingin á netinum, og luttóku teir føroysku innirógvararnir í ymiskum hølum runt landið og uttanlands.

RSF bjóðaði føroysku rógvarunum at luttaka í fimleikarahøllini í Fuglafirði, og varð hetta gjørt við góðari hjálp frá ÍF Kappróður og Kappróðrarfelagnum Tindi, sum hjálptu við rógvimaskinum og fyriskipan.

Fuglafjarðar kommuna var so beinasom at loyva okkum at brúka fimleikarahøllina í skúlanum til tiltakið, og eydnaðist hetta sera væl.

Tilsamans vóru 90 føroyskir einstaklingar og 2 føroysk lið, sum luttóku í NM meistaraskapunum í ár, har okkara føroysku rógvara vunnu heili 21 gull-, 20 silvur- og 10 bronsuheiðursmerkir hetta vikuskiftið.

RSF vil takka luttakarum, áskoðarum og stuðlum fyri enn eitt sera væleydnað vikuskifti.


Høvuðssponsorur:
Kemilux

Aðrir stuðlar:
Fuglafjarðar kommuna
ÍF Kappróður
Kappróðrarfelagið Tindur