Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2025 13:37

Landsstýrismaðurin: Eg eri skelkaður av trygdini

Jóhan Christiansen var rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest, áðrenn hann gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum. Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Soleiðis sigur nýkrýndi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, við Eysturoyarportalin.

Útsøgnin hjá landsstýrismanninum er í kjalarrvørrinum av søguni um trygdina í Leirvíkstunlinum, sum Eysturoyarportalurin bar fram fyrr í vikuni.

Les meira her: Skakandi trygd í Leirvíkstunlinum

-Eg eri skelkaður av støðuni. Eg visti ikki av at støðan var so ring sum hon er, sigur landsstýrismaðurin, sum fyri kortum tók við landsstýrissessinum í samferðslumálum og sum eisini er búsetandi í Leirvík.

-Politiski myndileikin hevur veruliga sovið í tímanum í fleiri Harrans ár, og tí eru vit endað í hesi støðuni. Landsverk kann bert arbeiða innanfyri teir játtanarkarmur, sum løgtingið játtar teimum á hvørjum árið. Og hendan upphæddin er als ikki nøktandi til at klára alt tað stóra eftirsleipið við. Leirvíkstunnulin er tíðanverri ikki einasti tunnil, sum krevur stórar bráfeingis dagførðingar og ábøtur.

-Her má politiska skipanini taka seg saman alt fyri eitt, sigur ein avgjørdur landsstýrismaður.

Landsverk skrivar annars á heimasíðu síni soleiðis um m.a. viðlíkahald og játtanir til tunlar:

Innheintan av eftirsleipi

Landsverk hevur í nógv ár víst á, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lág. Játtanin er støðugt minkað gjøgnum fleiri ár, samstundis sum kostnaðarstøðið er hækkað. Hetta hevur gingið út yvir viðlíkahaldið av føroyska vegakervinum, herímillum tunlar og brýr. Samlaði tørvurin á játtan til viðlíkahald og dagføring av landsvegunum, tunlum og brúm er mettur at vera 375 mió. kr.

Av 340 brúm eru 32 brúgvar í støðumeting 4. Støðumetingarnar eru frá 0-5, har 4 merkir: Ógvuslig niðurbróting. Verður skjótt óvirkin. Dagføringar neyðugar innan stutta tíð. Bráðfeingis tørvurin til brúgvar og tunlar er mettur at vera 60 mió. kr.

Tað hava verið játtaðar 3-4 mió. kr. til dagføring av brúm og tunlum um árið, játtanin í 2019 er 5,5 mió. kr., men neyðugt verður við munandi hægri játtan komandi árini. Tað er ein fyritreyt fyri, at neyðugar ábøtur kunnu gerast, sum varðveita framkomuleika og trygd í ferðsluni.

Av samlaðu játtanini hjá Landsverk til viðlíkahald av landsvegum á 42 mió. kr., fara umleið 11 mió. kr. til vetrarhald, 4 mió. kr. til asfaltering og 8 mió. kr. til planlegging, myndugleikaviðgerð, tilbúgving og umsiting.

Tær síðstu 19 mió. kr. eru til rakstur og viðlíkahald av vegum og tunlum.