Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2025 21:17

EM kemur til Føroyar

Í døgunum 4. til 17. mai vera Føroyar vertir fyri EM endaspælinum fyri U17 gentur - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Frá 4. til 17. mai verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum. Luttakandi londini vera Føroyar, Spania, Italia, Pólland, Frankaríki, Holland, Eysturríki og Noreg.

Dystirnir í kappingini vera spældir á Djúpumýru og á Tórsvølli.

Í sambandi við kappingina hava vit framleitt ein film, ið lýsir Klaksvíkina, Havnina og Føroyar.