Í dag klokkan 13.00 byrjar ársaðalfundurin hjá Kommunufelagnum á Hotel Føroyum.
Á skránni fyri aðalfundin er millum annað formansfrágreiðing, sum Tórbjørn Jacobsen fer at bera fram.
Formliga skráin er hendan.
- Val av fundarstjóra.
- Forfólkið letur frágreiðing um virksemi felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins.
- Framløga av roknskapi til góðkenningar.
- Val av grannskoðara.
- Innkomin uppskot
- Ymiskt, herundir kunning um ætlaða fundarskrá fyri komandi árið.
Øll tey 199 umboðini sum blivu vald á kommunuvalinum í november hava rætt til at møta.
Ársfrágreiðingin hjá Kommunufelagnum verður tøk á netinum seinni í dag.
Kommunufelagið