Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á miðdegi.
Fyrrapartin lítið lot upp í frískt lot norðan, minni enn 8 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til +5 stig.
Seinnapartin støkkur hann niður í sunnan, trilkar spakuliga vindin, dregur saman og tað verður lýggjari. Út á kvøldi upp til frískan vind upp í strúk, sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og tað fer at regna. Hitin 2 til 8 stig.
Móti morgni framvegis frískur vindur upp í strúk, men av útsynningi, 8 til 13 m/s.
Smáskýggjað, og yvirhøvur turt, men móti middagsleiti møguliga okkurt æli. Hitin 6 til 9 stig.
Sólarris: 06:56 Sólsetur: 20:08