Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.04.2025 10:41

Rannvá avloysir Turið

Hondbóltssamband Føroya

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Litava í næstu viku. Rannvá Olsen er kallað inn fyri Turið Arge Samuelsen, sum hevur ein skaða at dragast við.

Føroyar møta Litava á heimavølli Við Tjarnir mikudagin 9. apríl kl. 19.00 og á útivølli í Jonava, Litava sunnudagin 13. apríl kl. 14.00, føroyska tíð. Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar sleppur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum. 

Enn eru nøkur atgongumerki (standipláss) eftir til heimadystin. Hesi fáast til keyps á atgongumerki.fo.