Miðflokkurin
Jenis av Rana er í farloyvi úr Løgtingssessi sínum, og í hansara tingsess kemur Jórun Pólsdóttir.
Hetta er fyrstu ferð, at Jórun tekur sæti á Løgtingi.
Jórun Pólsdóttir býr í fuglafirði og er útbúgvin lívfrøðingur. Hon hevur egna ráðgevara fyritøku, sum millum annað ger umhvørviskanningar.
Vit kenna eisini Jórun fyri hennara eldhuga fyri fuglalívi í Føroyum. Saman við Silas Olofsson hevur hon givið út bókina ”Fuglar okkara”.
Jórun fekk 71 atkvøður á seinasta Løgtingsvali. Hon er onnur kvinnan, sum hevur hevur umboða Miðflokkinn á Løgtingi.
Tann fyrra var Charlotta á Váli Olsen, sum røkti varatingsessin í 2002.