Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Hegnari til Runavíkar kommunu

Umsóknarfreist: 27.04.2025

Søkt verður eftir hegnara til Runavíkar kommunu at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávan er at viðlíkahalda verandi og hegna nýtt í allari kommununi.

Serliga í vetrarhálvuni kunnu aðrar fyrifallandi uppgávur hjá rakstrardeildini væntast.

Starvið er sum útgangspunkt fulla tíð, og tú vísir til rakstrarleiðaran hjá kommununi.

Vit vænta at tú: 

Hevur koyrikort til vanligan bil

Ert nærlagdur og røkin

Av og á tolir skiftandi arbeiðstíðir

Løn og setanarviðurskifti:

Starvið er lønt sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Ragnar Rógvason á tlf. 237056.

Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar kommunan sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum.

Umsókn skal sendast umvegis alfred.fo ella við telduposti til runavik@runavik.fo í seinasta lagi 27. apríl 2025.