Stranda Kvøldskúli
Sunnudagin 6. apríl, kl. 14:00-18:00, verður árliga framsýningin hjá kvøldskúlanæmingum í Stranda skúla.
Drós Ellingsgaard, forkvinna í Mentanar- og Frítíðarnevndini, setir framsýningina kl. 14.
Beint eftir setanina fer Stranda Sangkór, sum aftur í ár hevur verið partur av kvøldskúlaskránni, at syngja nakrar sangir. Eisini verður kaka og kaffi at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.