Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.04.2025 21:26

Sunda kommuna bjóðar vinnuni til morgundrekka

Sunda kommuna

Hósmorgunin 10. apríl kl. 09.00 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.

Skrá til dagin kemur seinni. 

Hesin morgunfundurin, millum kommununa og vinnuna, er eitt afturvendandi tiltak, so tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát. Ikki er neyðugt við tilmelding. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum. 

Spjaldur