Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.04.2025 15:24

Meting fyri viku 15, 2025

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu. Landar vntandi síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fimm eru við ella ávegis til Eysturgrønland og tvey eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar nakað sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar upsa og ein fiskar svartkalva og blálongu. Báðir landa vantandi síðst í vikuni.

Partrolarar: Allir partrolarirnir, uttan tvey pør, eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt.