Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.04.2025 21:14

Bergur hevur verið undir skurð

Bergur mátti av vøllinum við sjúkrabili beinleiðis á Landssjúkrahúsið (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Víkingaleikarin, Bergur Gregersen, var út fyri einni álvarsligari hending á fótbóltsvøllinum í gjárskvøldið, tá ið Víkingur møtti B36 í Gundadali í Betri deildini. 

Tað var eftir ein óskyldigan samanstoyt, miðskeiðis á vøllinum, tætt við bonkin hjá B36, at skaðin hendi. Ein skaðið sum viðførdi eitt álvarsligt beinbrot, við fleiri smærri brotum.

Við Eysturoyarportalin í kvøld, sigur Bergur Gregersen, at hann hevur havt nógva pínu í dag, og hevur nú verið undir skurð.

Skurðviðgerðin gekk væl, har læknar í dag hava lagt eina plátu inní at binda brotini til beinið saman.

Hann sigur, at hann nú skal hvíla fótin í 6. vikur, har hann skal ganga við einum stivla. Eftir tað verður so avgerð tikin viðvíkjandi uppvenjingum og hvat eitt meira nágreinuligt tíðarbil hjá honum verður uttanfyri fótbótsvøllin.

Bergur er 30 ára gamal og hevur sambært Faroesoccer leikt 128 dystir fyri besta liðið hjá felagnum. Umframt 7 evropeiskar dystir. Allar fyri barndómsfelagið Víking.