Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.04.2025 21:00

Sannførandi føroyskur sigur á Tórsvølli

Durita Hummeland hevur lagt Føroyar á odda móti Moldova - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Við málum frá Duritu Hummeland og Heidi Sevdal vann føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið 2-0 á Moldova. Føroyar eru nú nummar 2 í bólkinum við seks stigum.

Tað var ongantíð nakar ivi, hvønn veg sigurin skuldi fara, tá føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið tók ímóti Moldova í UEFA Nations League dysti á Tórsvølli.

Í steðginum stóð á jøvnum 0-0, men tá seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, legði Durita Hummeland Føroyar á odda. Tórunn Joensen sendi væl inn fyri úr vinstru, og inni í brotsteiginum setti Durita høvdið á bóltin, og so var 1-0 til Føroyar.

Føroyska liðið var spælstýrandi nærum allan dystin, og tað yvirskotið, sum okkara kvinnur vístu, gav aftur úrslit, tá eitt korter var eftir av dystinum.

Eyðvør Klakstein vann bóltin á miðuni, og við einari neyvari sending sendi hon Heidi Sevdal avstað. Toppskjúttin í føroyskum landsliðsfótbólt var trygg, og so stóð 2-0 til Føroyar á máltalvuni.

Sum so hendi ikki tað stóra eftir hetta. Føroyar sótu framvegis á spælinum, meðan moldovisku kvinnurnar høvdu tað trupult ímóti sterku føroysku verjuni.

Týsdagin klokkan 17:00 er UEFA Nations League fótbóltur aftur á skránni á Tórsvølli, tá Gibraltar kemur á vitjan.

Í hinum dystinum í bólkinum fríggjakvøldið møttust Gibraltar og Slovakia. Úrslitið gjørdist heili 8-0 til slovakar.

Eftir trý umfør er Slovakia fremst í bólkinum við 9 stigum, Føroyar eru nummar 2 við seks stigum, Moldova hevur 3 stig, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.